Vørn selur Spógvan

Vørn selur Spógvan
Báturin verður seldur í tí standi, hann er í, og sum hann liggur við bátabrúgvarnar í Havn 
 
20.07.2018 - 10:54

Vørn brúkar ikki bátin Spógvan, og tí er hann nú til sølu.

Vørn selur Spógvan, sum varð bygdur í Danmark til Vaktar- og bjargingartænastuna í 1986.

Spógvin er glastrevjabátur og góðar níggju metrar langur.

Hann hevur millum annað bjargingarbát til seks fólk og aðra útgerð til bjarging. 

Spógvin verður seldur í tí standi, hann er í, og sum hann liggur við bátabrúgvarnar í Havn. 

Hóast Spógvin ikki er brúktur í nógv ár, er hann hildin viðlíka øll árini, og hann hevur siglingarloyvi. 

Um nøktandi boð ikki fæst, tilskilar Vørn sær rætt til ikki at taka av nøkrum boði.

Vørn hevur ikki sett nakra freist at lata inn boð upp á Spógvan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691