Serdonsk krøv í kunngerðum verða strikað

Serdonsk krøv í kunngerðum verða strikað
Sjóvinnustýrið hevur dagført fimm kunngerðir, tí nýggj krøv eru komin í altjóða sáttmálum
 
22.07.2018 - 14:55

Krøv, sum eru serdonsk, eru eisini strikað í Føroyum. 

Sjóvinnustýrið hevur dagført fimm kunngerðir, tí nýggj krøv eru komin í altjóða sáttmálum, og krøv í rundskrivum frá ES og í altjóða sáttmálum skulu dagførast.

Bági fyri kappingarførið

Men nøkur krøv eru strikað, tí tey eru serdonsk. Myndugleikarnir í Danmark hava fingið frágreiðing frá Deloitte.

Sambært henni eru nøkur krøv serdonsk - tey eru ikki í øðrum londum, og eru tí til bága fyri kappingarførið hjá donsku sjóvinnuni.

Serdonsku krøvini eru í stóran mun eisini galdandi í føroyskari lóggávu.

Varðveita nøkur

Sjóvinnustýrið heldur, at sum heild er tað ein fyrimunur fyri kappingarførið hjá føroysku sjóvinnuni at strika hesi krøv. Og nøkur vórðu strikað í fjør.

Tó eru einstøk serdonsk krøv, sum Sjóvinnustýrið mælir til at varðveita. Sjóvinnustýrið mælir frá at strika kravið um siglingarloyvi fyri skip, sum eru minni enn 500 bruttotons, tí nógv óklassað skip eru minni enn 500 Bruttotons.  

Krøvini eru linkað viðvíkjandi umvælingum á smærri bátum. Tað kann vera torført at finna løggildan undirveitara til smærru bátarnar, tá hesir undirveitarar oftast fáast við størri skip, sigur Sjóvinnustýrið. 

Nú ber betur til hjá reiðarum, sum hava smærri før, at finna skikkað fólk ella skikkaðar fyritøkur at gera umvælingar, uttan at tey neyðturviliga eru løggildað til tess.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887