Vandi fyri at kvoturnar ikki verða hildnar

Vandi fyri at kvoturnar ikki verða hildnar
Tí hevur Fiskiveiðueftirlitið givið frystigoymslunum neyvar reglur um, hvussu frystur fiskur skal pakkast.
 
23.07.2018 - 13:12

Vandi er fyri, at ov nógv verður fiskað, at kvoturunar ikki verða hildnar.

Tí hevur Fiskiveiðueftirlitið givið frystigoymslunum neyvar reglur um, hvussu frystur fiskur skal pakkast.

Fiskiveiðueftirlitið hevur illigruna um, at í ávísum førum hava frystigoymslurnar drigið ov nógv frá fyri pakkitilfar.

Stakroyndir hjá Fiskiveiðeftirlitunum vísa, at ov nógv er drigið frá.

Tá feskur fiskur verður avreiddur, eru galdandi neyvar reglur.

Fyri ikki at gera mun á frystum og feskum fiski, eru nú eisini gjørdar neyvar reglur um frystan fisk, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn. 

Tað er ikki nóg mikið at draga frá fast kilotal fyri pakkitilfarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691