Bøndur mótmæltu Tour de France

24.07.2018 - 11:57
ÍtrótturAnnar ítróttur
Bøndur mótmæltu Tour de France
Tour de France súkklukappingin steðgaði eina løtu í dag, tí franskir bøndur mótmæltu.
Mótmælisgongan hjá bøndunum órógvaði súkklukappingina somikið, at steðgur mátti vera í góðar 15 minuttir.
Mynd: © BBC NEWS  
 
 

Sambært BBC, so tóktist, at einhvør løgur varð sprændur á súkklarnir, og eisini vóru hoyballur blakaðar á vegin, beint áðrenn súkklararnir skuldu fara framvið.

Myndir vísa, at løgreglan nýtti sprei móti mótmælisfólkunum, og tað er kanska hetta, ið eisini er komið á súkklararnar, sigur BBC.

Súkklararnir eru farnir á súkkluna aftur eftir stutta steðgin.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mars
25 minuttir: Jóna Joensen
92340
Mánadag 18. mars
Afturlit við A-landsliðnum
92429
Mánadag 18. mars
Kappingin harðnar
92426
Mánadag 18. mars
HF Hulda setti met
92427