Fiskivinnunýskipanin einki við søluna at gera

bannari
Fiskivinnunýskipanin einki við søluna at gera
Løgmaður svarar nú Hanusi Hansen, reiðara, aftur, eftir at Hanus Hansen í gjár segði, at fiskivinnunýskipanin er orsøk til søluna av Sjúrðarbergi.
 
24.07.2018 - 15:15

Sjúrðarberg varð í gjár seldur til Russlands fyri 41 milliónir krónur.

Sambært Hanusi Hansen er fiskivinnunýskipanin ein av høvuðsorsøkunum til søluna, sum ikki var aktuel, áðrenn fiskivinnunýskipanin byrjaði at taka skap. 

- Hann hevði ikki verið seldur, um vit ikki fingu hesa nýskipanina, sigur hann. 

Nú svarar løgmaður aftur. Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í tíðindaskrivi: "Tað harmar meg almikið, at manningin á Sjúrðabergi hevur mist arbeiðið. Tíbetur er nógv virksemi í landinum, og tað er mín vón, og eg ivist onga løtu í, at hesi røsku starvsfólkini skjótast møguligt fáa annan kjans. Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus kennir seg noyddan at selja," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í tíðindaskrivi, og vísir á, at í fjør var føroyska kvotan í Barentshavinum á leið 30.000 tons, og at tað er methøgt.

Manningin á Sjúrðabergi, umleið 25 mans, er uppsøgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964