Landasorg lýst í Grikkalandi

Landasorg lýst í Grikkalandi
Landasorg er lýst í Grikkalandi, eftir at í minsta lagi 60 fólk hava latið lív í skógareldum, ið herja landið.
Skógareldar herja í grikska høvuðsstaðnum Athen.
Mynd: Sputnik International  
 
24.07.2018 - 13:39

Alexis Tsipras, forsætisráðharri í Grikkalandi, hevur lýst landasorg í tríggjar dagar, sigur AFP tíðindastovan.

Bjargingarfólk funnu í morgun 26 lík millum hús norðan fyri høvuðsstaðin Athen.

Meira enn 300 sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á eldinum, men tað er ikki eydnast enn, og Grikkaland hevur biðið umheimin um hjálp.

Eldarnir kyknaðu í gjár, og tað er serstakliga í býunum Mati, Kineta, Rafina og í Athen, at eldarnir herja, sigur DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819