Skógareldar í Grikkalandi kravt fleiri mannalív

Skógareldar í Grikkalandi kravt fleiri mannalív
Meira enn 50 fólk eru deyð, og meira enn 100 hava fingið skaða í deyðiligasta skógareldinum í Grikkalandi í 10 ár.
Skógareldar herja í grikska høvuðsstaðnum Athen.
Mynd: Greek Reporter  
 
24.07.2018 - 09:02

Tað váttar borgarstjórin í griksa havnabýnum, Rafina, í morgun.

Dimitris Tzana-kopoulos, talsmaður fyri griksku stjórnina, upplýsir, at 16 børn og 88 vaksin hava fingið skaða.

Deildarleiðari fyri ambulansutænastuna, Mili-tiadis Mylonas, sigur, at talið av deyðum fer helst at vaksa í morgun.

- Hetta hendi so knappliga og tók fólk á bóli. Støðan er sera trupul, tí eldarnir kyknaðu fleiri staðni.

Hann sigur, at nú verður roynt at eyðmerkja tey deyðu.

Eitt av yngstu offrunum er eitt hálvtárs-gamalt barn, sum doyði av roykeitri, skrivar Reuters.

Flestu offrini eru funnin í vælumtókta ferðamálinum, Mati, 40 kilometrar í landsynning úr Athen. 

Um 8-tíðina í gjárkvøldið lýsti myndugleikin í økinum undantaksstøðu í eystur og vesturpartinum av Athen-økinum.

Sagt verður, at hetta helst er deyðiligasti eldur síðani 2007.

Trý sjúkrahús eru sett í tilbúgving til at taka ímóti fólki. 600 sløkkiliðsfólk og 300 bilar royna at basa eldunum.

Fleiri fólk eru saknað millum annað nógv ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585