Vatnbyrging á Laos skrædnað

24.07.2018 - 11:38
AktueltÚtheimurin
Vatnbyrging á Laos skrædnað
Fleiri hundrað fólk eru ikki komin aftur í aftur, eftir at ein vatnbyrging í landssynningspartinum av Laos skrædnaði í gjár.
Mynd: © Attapeu Today Facebook  
 
 

Byrgingin stendur í ger, og fimm milliónir rúmmetrar av vatni floymdu yvir seks bygdir í økinum. Sløk 7.000 fólk hava mist hús og heim. 

Thongloun Sisioulith, forsætisráðharri í Laos, hevur vitjað í vanlukkurakta økinum.

Fólkið í teimum seks bygdunum hava biðið um neyðhjálp, mat, drykkivørur, heilivág og klæðir.

Einki telefonsamband er í økinum, og myndugleikar vita ikki at siga, júst hvussu nógv fólk hava latið lív. 

Sambært eigaranum skrædnaði byrgingin orsakað av grimdarregni, sum hevur varað í langa tíð og fylt byrgingina við ov nógvum vatni.  

Ætlanin er at byggja fleiri vatnorkuverk í Laos næstu árini, og nógv kjak hevur verið um hesa æltanir.

Umhvørvisfelagsskapar finnast eitt nú at stóru ætlanunum, tí vatnorkuverkini ávirka runtumliggjandi gróðurin og dýraríkið, sum lokalu samfeløgini eru bundin av.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. august
Summartímin mikudagin 15. august
84287
Hósdag 16. august
Morgunlestur hósdagin 16. august 2018
82950
Mikudag 15. august
Morgunlestur mikudagin 15. august 2018
82949
Týsdag 14. august
Summartímin mánadagin 13. august
84214
Týsdag 14. august
Morgunlestur týsdagin 14. august 2018
82947
Nýggjastu sendingar í SV