207 umhvørvisverndarfólk dripin í 2017

207 umhvørvisverndarfólk dripin í 2017
Mannarættindasamtakið, Global Witness, boðar frá, at 207 umhvørvisstríðsfólk eru dripin í fjør. Tað mesta upp á eitt ár í søguni hjá samtakinum.
 
25.07.2018 - 14:39

Global Witness siga í nýggjari frágreiðing, at flestu drápini hava samband við størri landsbúnaðarverkætlanir. Fólk verða dripin, tí tey royna av verja, at óspilt náttúra verður broytt til landbúnaðarøkið til at dyrka kaffi og pálmaolju.

So hvørt sum eftirspurningurin eftir landbúnaðarúrdráttum veksur kring heimin, hava fyritøkurnar brúk fyri størri økjum at dyrka. 

Stríðsfólk, sum verja náttúruna og umhvørvið, verða ofta dripin í tí stilla, sigur Ben Leather í Global Witness.

Í 53 førum hevur felagsskapurin prógv fyri, at herurin ella løgreglan høvdu ábyrgdina av morðunum, og myndugleikarnir kunnu hava samband við fleiri dráp, hóast brotsmenn og familjur eru dømd fyri drápini.

Umframt at berjast fyri umhvørvi, verða hesi fólkini eisini hótt, handtikin, kynsligur ágangur verður framdur móti teimum og ágangur á internetinum. 

Í Brasil eru 57 umhvørvisverndarfólk dripin í ár og í Filipsoyggjum 48. 

Global Witness-felagsskapurin finst at stjórnini í Brasil og sigur, at myndugleikarnir arbeiða í tí dulda, og umhvørvislóggáva og reglugerðir eru alt ov linar, og tað gagnar stóru landbúnaðarfyritøkunum.

Í sjey førum eru fýra ella fleiri umhvørvisstríðsfólk dripin í senn. 

Í Filipsoyggjum vórðu t.d. átta fólk í eini bygd dripin, tí tey mótmæltu kaffi-framleiðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585