Vatnskutarar kunnu ikki parkerast í ramsarbygdum

Vatnskutarar kunnu ikki parkerast í ramsarbygdum
Býrt tú í einum ramsarøki, hevur tú loyvi at eiga ein vatnskutara, men hann kann ikki parkerast í tíni heimbygd. 
Mynd: Dals.fo  
 
25.07.2018 - 10:40

Fólk í Nólsoy og øðrum ramsarbygdum kunnu ikki sigla sín vatnskutara heim, um tey eiga ein slíkan. 

Um tú býrt í Nólsoy, Mykinesi ella úti í Skúvoy, ja, so hevur tú ikki loyvið at hava vatnskutara. Tú hevur loyvið at eiga ein vatnskutara, men hann kann ikki parkerast í tíni heimbygd. 

Trupul kunngerð

Kunngerðin um sigling kring ramsaroyggjarnar hevur víst seg at vera eitt sindur trupul at skilja.

Í henni stendur, at frá 15. apríl til 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólmi. 

Um tú til dømis býrt í Nólsoy, hevur vatnskutara og parkerar hann í túninum - í kaiini úti í Nólsoy - hevur tú so brotið lógina?

Svarið er ja. Tað siga bæði løreglan og Heilsu- og innlendismánaráðið. 

Og tí er at ansa sær. Millum annað blivu 8 vatnskutarar tiknir um vikuskiftið fyri at sigla í víkini í Nólsoy.

Kunngerðin skal verja fuglin

Ramsarkunngerðin, sum kom í fjør, byggir á lógina um at verja havumhvørvið. Kunngerðin er sett í gildi fyri at verja fuglin.

Men spurningurin er, um hetta ikki er at gera mun á borgarum?

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, skilir væl spurningin.

Borgarar hava smíðað kunngerðina

Men hon sigur, at kunngerðin er smíðað í samráð við borgararnar, sum búgva á ramsaroyggjum. Harafturat mugu fólk, sum búgva og ferðast á ramsarøkjum taka serlig atlit, sigur hon. 

Tað er sjálvandi gott at verja fuglin í ramsaroygjunum. Men spurningurin er, um mann ikki avmarkar summar borgarar.

Landsstýriskvinnan sigur, at um tað vísir seg at gerast ein trupulleiki, so ber til at gera tillagingar. 

Ovastevna verður frá 3.-5. august, so tá er at ansa sær og ikki til Nólsoyar við vatnskutara. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887