90 familjur góðkendar at ala upp børn hjá øðrum

90 familjur góðkendar at ala upp børn hjá øðrum
Hagtølini hjá Barnaverndarstovuni siga, at Fosturforeldraskipanin fekk 16 umsóknir í fjør
Syngjandi børn.
 
27.07.2018 - 07:40

86 børn vóru til fosturs í Føroyum við árslok 2017. 

Sløk helvtin av teimum var úr Tórshavnar kommunu, stendur í hagtølunum hjá Barnaverndarstovuni.

Í fjør komu 16 umsóknir til Fosturforeldraskipanina um at gerast fosturfamilja. 

Tær vórðu allar góðkendar. 

Av teimum vóru 12 næstringar ella onnur, sum frammanundan eru partar av umhvørvinum hjá barninum. 

Fleiri dreingir

Býtið millum dreingir og gentur, sum eru sett til fosturs við árslok 2017, vísir fyri alt landið, at 45 dreingir vóru hjá fosturforeldrum og 41 gentur. 

Fleiri dreingir enn gentur eru til fosturs í aldursbólkinum 7 til 13 ár.

Men fleiri gentur enn dreingir eru í aldursbólkinum 18 til 23 ár. 

Við árslok 2017 vóru 91 góðkendar fosturfamiljur í Fosturforeldraskipanini.

Antin høvdu hesar familjur børn til fosturs ella í umlætting, ella vóru tær tilreiðar at taka børn.

Næstan hundrað familljur

Av hesum 91 familjunum vóru tær 34 í familju við barnið, ella ein partur av umhvørvinum hjá barninum. 

Kommunurnar stovnaðu eina fosturforeldraskipan fyri alt landið, tá tær settu Barnaverndarstovu Føroya á stovn í 2006. 

Tá umstøðurnar í heiminum eru soleiðis, at ikki ber til hjá einum barni at verða búgvandi heima, verður kannað, um barnið kann setast í eina fosturfamilju. 

Eitt fosturheim er sambært barnaverndarlógini at skilja sum eitt heim, har fosturforeldur hava umsorgan fyri einum barni í styttri ella longri tíð.

Talan er um umlætting, bráðfeingis fosturheim og fosturheim, har børn verða sett fyribils ella varandi til fosturs. 

Krøvini til fosturfamiljur eru í 2012 broytt, so næstringar ella onnur, sum hava tætt samband við barnið, kunnu góðkennast sum fosturforeldur.

Foreldrini at barninum skulu góðkenna, at barn teirra verður latið til fosturs.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819