Borgarstjórar vilja byggja leigubústaðir

bannari
Borgarstjórar vilja byggja leigubústaðir
Hús standa tóm, og fólk vilja heldur leiga til ferðafólk. Tí vilja borgarstjórar nú sleppa at byggja leigubúðstaðir.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, heldur, at kommunurnar skulu hava heimildir til at byggja fleiri leigubústaðir.
Mynd: Savnsmynd  
 
27.07.2018 - 10:33

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur, at tað er trupul støða, tá nógv hús í Vágs kommunu standa tóm, samstundis við at fólk mangla bústaðir. Og bústaðartrupulleikin er eisini stórur í Klaksvíkar kommunu. 

Sambært Dennisi Holm og Jógvani Skorheim, eru fleiri, sum vilja búðseta seg í kommununum báðum. Men tað er lættari sagt enn gjørt. 

Tí tað er trupult at fáa okkurt at búgva í, siga teir. Og orsøkirnar til tess eru fleiri.

Ein av orsøkunum er, at fleiri heldur vilja leiga sín bústað út til útlendingar gjøgnum Airbnb enn til føroyingar, ið hava tørv á einum bústaði. 

Ein annar trupulleiki er, at kommunurnar ikki hava møguleika at byggja leiguíbúðir til stóra tørvin. Kommunurnar hava bert heimild til at stykkja út, men tað er ofta ov dýrt, sigur Jógvan Skorheim. 

Men loysnin upp á trupulleikan er einføld: Kommunurnar skulu hava heimildir til at byggja fleiri leigubústaðir. Tað halda borgarstjórarnir í Vági og Klaksvík. 

Dennis Holm leggur afturat, at tað er umráðandi, at kommunurnar fáa fleiri heimildir skjótt, tí bústaðartrupulleikin er vaksandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858