Skógareldar í Grikkalandi ásettir

Skógareldar í Grikkalandi ásettir
Tað hevur verið hildið, at ógvusligu skógareldarnir í Grikkalandi, ikki eru kyknaðir av ógvusligu hitabylgjuni, men at eldurin er ásettur.
 
27.07.2018 - 08:13

Tað hevur verið hildið, at ógvusligu skógareldarnir í Grikkalandi, ikki eru kyknaðir orsakað av ógvusligu hitabylgjuni, sum herjar nógvastaðni, men at eldurin er ásettur. 

Nú sigur grikska stjórnin, sambært AP og Reuters, at tað er alt meira, sum bendir á tað. 

Loftmyndir, sum eru tiknar av økinum, og kanningar vísa, at tveir eldar byrjaðu í einum øki eystanfyri Athen mánadagin, og at eldur kom í báðum støðum næstan samstundis.

Talið á teimum deyðu í stóra eldinum var í gjár komið upp á 83.

Grikska stjórnin hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri ikki at hava handla nóg skjótt og at verða ov sein við hjálpini, tá eldurin kyknaði, og at nógvir av skaðunum kundi verið fyribyrgdir, um hjálpin kom fyrr.

Týsdagin lýsti forsætisráðharrin í Grikkalandi, Alexis Tsipras, landasorg í tríggjar dagar, sigur AFP tíðindastovan.

Sagt verður, at hetta helst er deyðiligasti eldur síðani 2007.

Trý sjúkrahús eru sett í tilbúgving til at taka ímóti fólki. 600 sløkkiliðsfólk og 300 bilar royna at basa eldunum.

Fleiri fólk eru saknað millum annað nógv ferðafólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851