Náttin merkt av fullum fólki

29.07.2018 - 10:25
Aktuelt112
Náttin merkt av fullum fólki
Løgreglan hevur móttikið nógvar uppringningar um avdottin fólk runt í býnum, sum ikki klára seg sjálvan, og eitt kjak endaði heldur óheppið.
 

Ein maður varð skumpaður inn í eitt vindeyga, sum brotnaði, í miðbýnum í Havn nakað yvir klokkan seks í morgun. Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini, sum annars sigur at ólavsøkan hevur verið friðarlig.

Menninir kjakaðust og endin var, at annar skumpaði hin so hart, at hann datt gjøgnum rútin á Snælduni, sum liggur á Niels Finsensgøtu. 

Báðir menninir fingu skaða, annar skar seg í ryggin og fekk glassplintur í ryggin og hin fekk splintur í hondina. Løgreglan var skjót á staðið, og báðir menninir vórðu koyrdir á skaðastovuna. 

Málið verður tikið upp og aftur í dag, og kannað verður um nakar av monnunum skal skuldsetast fyri harðskap ella herverk ella bæði.

Í heila tikið hevur náttin verið merkt av fullum fólki. 

Løgreglan hevur móttikið nógvar uppringningar um avdottin fólk runt í býnum, sum ikki klára seg sjálvan.

Flestu teirra hava sama samarittarnar tikið sær av og sambært vakthavandi hava samarittarnir gjørt eitt megnararbeiði við at koma fullum fólki til hjálpar.

Løgreglustøðin hevði ongar yvirnáttandi gestir havt. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807