Landsstýrið loftar uppskoti hjá uttanflokskvinnu

Landsstýrið loftar uppskoti hjá uttanflokskvinnu
Uppskotið um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum verður lagt fram aftur
Sonja Jógvansdóttir legði fram lógaruppskot um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, men tað fall í tinginum. Nú ætlar landsstýrið at leggja fram aftur uppskotið.
 
31.07.2018 - 11:22

Landsstýrið hevur loftað einum uppskoti hjá Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, og sett tað í løglistan fyri nýbyrjaðu tingsetuna.

Samferðlsumálaráðið hevur eitt uppskot um lóg, sum skal banna mismuni og tryggja javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

Sama uppskot, sum Sonja Jógvansdóttir legði fram 17. oktober í fjør, fall, tá triðja viðgerð var í løgtinginum 24. apríl í ár.

Samtykt og fall

Uppskotið varð annars samtykt eina viku frammanundan, tá onnur viðgerð var í tinginum.

Rættarnevndin tók eisini undir við uppskotinum, millum annað umboðið hjá Framsókn. Men Framsókn hálsaði um og atkvøddi ikki fyri, tá triðja viðgerð var.

Framsókn var ikki við í avtaluni, sum Sonja Jógvansdóttir gjørdi við samgonguna, segði Ruth Vang, løgtngskvinna hjá Framsókn, tá. 

Nú er málið millum teirra, sum landsstýrið ætlar at leggja fram.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858