Meira enn annað hvørt fyri tunli til Suðuroynna

Meira enn annað hvørt fyri tunli til Suðuroynna
Veljarakanning sigur, at meira enn helvtin av teimum spurdu vilja hava undirsjóvartunnil. Spennið er frá 62%, Tjóðveldi, til 53%, Sjálvstýri
Ein nýggjur Smyril skal byggjast um nøkur ár. Hann er mettur at kosta eina milliard krónur.
 
31.07.2018 - 09:42

Meira enn annað hvørt fólk, sum varð spurt í veljarakanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku, tekur undir við, at undirsjóvartunnil verður gjørdur til Suðuroyar, tá Sandoyartunnilin er liðugur.

Úrslitið er góð 56 prosent.

Tey flestu, sum taka undir við verkætlanini, velja Tjóðveldi. Tey eru góð 62 prosent.

Tey fægstu siga seg velja Sjálstýri. Har eru 53 prosent, sum taka undir við, at undirsjóvartunnilin til Suðuroyar verður gjørdur, tá Sandoyartunnilin er liðugur.

Hinir flokkarnir eru eisini allir oman fyri 50 prosent. Hjá teimum, sum siga seg velja Framsókn, er undirtøkan næstan 60 prosent.

Tey elstu ikki so heit

Yngstu veljararnir, teir 18 til 29 ára gomlu, vilja flestir hava Suðuroyartunnilin. Tey eru 60 prosent. 

Men hinir aldursbólkarnir eru beint undir 60 prosentum, uttan tey elstu, tey 60 ára gomlu ella eldri. Hjá teimum er undirtøkan 50 prosent.

Landsstýrið kannar, um ráðiligt er at gera tunnnil úr Sandoynni til Suðuroyar. 

Hann fer at kosta minst tríggjar milliardir krónur, men móti tí vigar nýggjur Smyril, sum leysliga er mettur at kosta eina milliard.

Í ár verða gjørdar innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, sigur Samferðslumálaráðið í ískoytinum til frágreiðingina, sum løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887