Fara skjott aftur í rættin

bannari
02.08.2018 - 13:05
AktueltSamfelag
Fara skjott aftur í rættin
Fyrsti rættarfundurin miilum Fíggjarligt støðufesti og Eik banka eftir steðgin verður 27. august. Teir saksøktu verða avhoyrdir í desember.
Sakarmálið móti oddamonnunum í Eik banka verður tikið upp aftur síðst í hesum mánaðinum.
 
 

Sakarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og leiðsluna, sum var í Eik banka, tá bankin fór av knóranum í 2010, verður tikið upp aftur í Føroya rætti tann 27. august. 

Tá verða skjølini hjá grannskoðanini hjá Eik banka løgd fram, skjølini hjá grannskoðanarvirkinum Nota og Hans Laksá, grannskoðara.

Tann framløgan verður sambært verandi tíðarætlan liðug í desember.

Sambært tíðarætlanini verður farið undir at avhoyra teir fimm saksøktu tann 10. desember. Tey stevndu eru Marner Jacobsen, forstjóri, Bjarni Olsen, stjóri, Frithleif Olsen, nevndarformaður til 2010, Odd Bjellvåg, næstformaður og seinni formaður, Hans Laksá, grannskoðari, og grannskoðarafelagið Nota.

Í øllum førum 140 vitni skulu eisini avhoyrast.

Liðugt í mai

Miðað verður eftir, at stóra sakarmálið er liðugt í Føroya rætti í mai næsta ár. 

Fíggjarligt støðufesti stevndi í 2016 eftir 150 milliónum krónum.

Teir saksøktu krevja frídøming.

Rættarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og leiðsluna í gamla Eik banka, sum byrjaði hálvan januar, varð útsett 9. april.

Partarnir vildu fyrst gera seg lidnar við sakarmálið um Eik Bank í Danmark. Tað sakarmálið varð viðgjørt í Eystara landsrætti.

Tann viðgerðin var liðug 26. juni. Dómur fellur tann 26. oktober. 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. desember
Jazzofonin 28. november 2018
89065
Týsdag 18. desember
Góðan morgun Føroyar 181218
89062
Týsdag 18. desember
Norðurljóð 18.desember 2018 "Jól 3"
89051
Týsdag 18. desember
Morgunlestur týsdagur 18. desember 2018
88938
Mánadag 17. desember
Við Tórði á túri á Kuba (2:2)
65140
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. desember
Guðstænasta úr Viðareiðis kirkju
89003
Sunnudag 16. desember
Andaktin
88998
Leygardag 15. desember
Hvat bagir? (7:8)
87239
Hósdag 13. desember
Ein dagur í sjúkrarøktini
88903
Hósdag 13. desember
Kari-Anne í Røst (6:6)
87893