- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS avlýst omanfyri 700 fráferðir
Flogfelagið SAS, sum millum annað flýgur til Føroya, hevur ikki bara trupult við at røkja Føroyaleiðina. Norska kringvarpið NRK sigur, at teir báðar seinastu mánaðirnar hevur SAS avlýst omanfyri 700 fráferðir.
- Flogfelagið er í eini svárari kreppu, staðfestir NRK, sum eisini ger greitt, at SAS er fyri nógvum atfinningum.
Og við svenska blaðið Expressen sigur Rickard Gustafson, sum forstjórin í SAS eitur, at støðan er alt annað enn góð.
- Eg eri sera ørkymlaður og harmur um støðuna, sigur hann.
Sambært NRK hevur SAS havt trupult við at manna flogførini, teimum vantar bæði flogskiparar og flogternur. Forstjórin sigur somuleiðis, at tey hava havt trupulleikar við eini ferðslustýrisskipan, nýggj flogfør, sum eru bíløgd, eru seinkaði og flogskiparar, hava sagt seg úr starvi.
- Vit mugu læra av teimum feilunum, vit hava gjørt í summar, sigur Gustafson.
Vit skulu tó rokna við, at tað ganga nakar vikur, áðrenn viðurskiftini hjá SAS eru komin aftur í rætt lag. Tonje Sund er samskiftisfólk hjá SAS og sigur við NRK, at tey arbeiða av øllum alvi við at loysa trupulleikarnar, men at tey ikki hava fingið bilbukt við alt frá degi til dags.