Kommunur skulu vera við til at menna ferðavinnuna

Kommunur skulu vera við til at menna ferðavinnuna
Nýggja skipanin, sum kemur fyri kunningarstovustuðulin, skal geva kommunum ein størri leiklut í at menna ferðavinnuna, sigur Jóhan Pauli Helgason
 
07.08.2018 - 11:06

Borgarstjórar eru ikki heilt samdir um, hvat teir halda um nýggju stuðulsskipanina, sum kemur í staðin fyri stuðulin, sum kunninarstovurnar fáa nú. 

Sum nú er fáa allar kunningarstovurnar eitt sindur úr eini pulju á 1,5 milliónir krónur. Frá 1. januar 2019 eru tað kommunur og privatir aktørar, sum kunnu søkja um at fáa pening úr eini størri pulju. 

Fegnast um skipanina

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, fegnast um nýggju skipanina. 

- Hatta er ein góð skipan, sum leggur upp til, at landið og kommurnar í felag loysa uppgávuna, sigur Heðin Zachariassen, sum væntar, at peningurin í høvuðsheitum verður brúktur til vegir, skelting og almenn WC. 

Men Sunda kommuna hevur niðurraðfest sína kunningarstovu og hevur í dag bert eina heimasíðu.

Smærri aktørar detta niður ímillum

Harafturímóti er kunningarstovan í Sørvági sera virkin, og tí er spell, at stuðulin verður strikaður, sigur Aimé Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sørvágs kommunu.

SÍ EISINI: Stuðul til kunningarstovur strikaður

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, sær eisini ein vansa í nýggju skipanini.

Hann óttast, at smærri aktørarnir fara at detta niður ímillum. 

Sí EISINI: - Smærri aktørar detta niður ímillum

Skipanin skal taka hædd fyri, at kommunur eru ymiskar

Men smærri aktørarnir fara ikki at detta niður ímillum. Og kommunurnar skulu hava ein nógv størri leiklut í at menna ferðavinnuna inanlands.

Tað sigur Jóhan Pauli Helgason, leiðari á menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, sum útlutar stuðulin. 

Arbeiðið hjá menningardeildini er júst farið ígongd, og tí er trupult at siga, júst hvørjar treytir, umsóknirnar verða mettar eftir, sigur Jóhan Pauli Helgason. 

Hann ger tó greitt, at ætlanin er at fáa eina so smidliga skipan sum gjørligt, sum tekur hædd fyri, at kommunurnar eru ymiskar.

Hann leggur afturat, at kommunurnar fáa ein meira aktivan leiklut í, hvussu peningur verður latin til at menna ferðavinnuna innanlands í Føroyum. 

Pengarnir røkka langt

Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, heldur, at ov lítið fer til ferðavinnuna innanlands, og um vit skulu síggja veruligar broytingar, má størri fígging til. 

Jóhan Pauli Helgason sigur, at enn er trupult at meta um, júst hvussu nógvur peningur skal til, men seks milliónur krónur røkka rættiliga langt, sigur hann. 

- Tað er eisini treytað av, hvussu nógv kommunurnar ætla at gera við tað, tí hetta er sanniliga eisini ein kommunal uppgávu, men man eigur at kunna koma rættiliga langt við seks milliónum, sigur Jóhan Pauli Helgason.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887