Ríkmaður vil rinda burka-bøtur kring heimin

Ríkmaður vil rinda burka-bøtur kring heimin
Ein ríkmaður kemur nú kvinnum, sum fáa bøtur fyri at bera eitt nú burka, til hjálpar.
 
07.08.2018 - 09:12

Talan er um handilsmannin Rachid Nekkaz, sum hevur røtur til Frankaríki og Algeria.

Mikudagin í farnu viku kom lóg í gildi í Danmark, sum bannar fólki at vera í burka, niqab og brølapu, sum fjalir alt andlitið.

Bótin fyri at bróta lógina er 1000 krónu og fyrsta bótin er skrivað, tá ein kvinna í niqab varð steðgað í miðbýnum í Hørsholm.

Líkt er tó til, at hon sleppur undan at rinda hana sjálv, tí tað ætlar Rachid Nekkaz at gera.

Hann boðaði longu í marsmánaði frá sínum ætlanum, og sama boðskap endurtekur hann nú í blaðnum Berlingske.

Frammanundan hevur hann rindað fyri fleiri líknandi bøtur í eitt nú Frankaríki og Belgia, har lógir, ið minna um nýggju donsku lógina, eru í gildi.

Rachid Nekkaz sigur við Berlingske, at hann rindar bøturnar, tí tað er ein mannarættur sjálvur at gera av, hvørjum klæðum tú ert í. 

- Politikarar skulu ikki avgera, hvørjum vit eru í. Hvat verður tað næsta so, spyr hann og leggur so afturat:

- Onkrar av hesum kvinnunum liva nú avbyrgdar og í einsemi. Soleiðis var tað ikki áðrenn. Politikararnir halda, at teir hava gjørt kvinnunum eina tænastu, men her er talan um eina bjarnatænastu, sigur hann við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010