Rokningin fyri seinasta skúlaárið strikað

Rokningin fyri seinasta skúlaárið strikað
Borgarstjórin í Runavík sigur, at rokningin fyri teir fimm dreingirnar úr Eysturkommuna verður strikað. Framhaldandi skulu foreldur tó sjálvi rinda
 
07.08.2018 - 14:38

Eysturkommuna hevur ikki goldið rokningina frá Runavíkar kommunu fyri dreingirnar, sum gingu í framhaldsdeildini í skúlanum við Løkin í Runavík seinasta skúlaár, sigur Jóhan Christensen, borgarstjóri í Eystur Kommunu.Rokningin er 75.000 krónur.

Jóhan Christiansen sigur, at hann hevur biðið borgarstjóran í Runavík stevna eftir pengunum, men hann hevur onga stevning fingið.

LES EISINI: Hóttir við at koyra skúladreingir til hús

Búgva í Gøtu, ganga í skúla í Runavík

Gøta, har dreingirnir búgva, er í Eysturkommunu, og Eysturkommuna, sum ikki hevur framhaldsdeild, hevur avtalu um framhaldsdeild við Fuglafjarðar kommunu og rindar fyri tey, sum ganga har.

Men Eysturkommuna vil ikki gjalda fyri næmingar, sum fara í framhaldsdeild aðrastaðni, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

Eysturkommuna vil ikki gjalda rokningina frá Runavíkar kommunu, sum er 15.000 krónur fyri hvønn næming í framhaldsdeildini við Løkin.

Rokningin frá Runavíkar kommunu strikað

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at eingin stevning kemur haðani. Og rokningin fyri seinasta skúlaár er strikað. 

Men koma næmingar úr øðrum kommunum í skúla í Runavíkar kommunu í skúlaárinum 2018-2019, skal Runavíkar kommuna hava pengar fyri skúlagongdina, sigur Torbjørn Jacobsen.

Ætla at halda fram

Næmingarnir í Eysturkommunu, sum vóru í skúlanum við Løkin seinasta skúlaár, ætla at halda fram har í hesum skúlaárinum.

Foreldur teirra hava tó ikki enn avgjørt, um tey gjalda fyri skúlagongdina sjálv ella flyta í Runavíkar kommunu.

Ein næmingur úr Eysturkommunu kemur í áttanda flokk, sum er tann fyrsti í framhaldsdeildini, í skúlanum við Løkin í næstu viku, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

LES EISINI: Vita einki um næsta skúladag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585