BMW afturkallar bilar

BMW afturkallar bilar
Týski bilframleiðarin BMW hevur kallað umleið 324.000 dieselbilar í Evropa innaftur frá eigarunum. 
 
08.08.2018 - 14:01

Innkallingin kemst av einum tekniskum breki, sum hevur elvt til eld í 30 BMW-bilmoturum í Suðurkorea. Fyrr í ár vóru 106.000 bilar kallaðir á verkstað í Suðurkorea, og nú fer BMW eisini at kalla bilar á verkstøð í Evropa.

Tað skrivar týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung.

Enn er ikki greitt, um bilar seldir í Føroyum verða kallaðir á verkstað. BMW-bilarnir í Føroyum koma úr Danmark, sigur Gordon Rajani, stjóri í Nordcar, sum umboðar BMW í Føroyum, og enn eru bilar ikki kallaðir inn í Danmark.

Trupulleikin kemur møguliga av einum luti í útstoytinum á bilinum, og tað skal kannast og møguliga skiftast út.

Gordan Rajani greiðir frá, at vanliga mannagongdin er, at er okkurt brek við nýggjum bilum, verða teir kallaðir innaftur eftir einari fastari mannagongd og umvældir ókeypis.

Verkstaðsleiðari á Nordcar Valbjørn Mittelstein sigur, at tey í slíkum førum fáa boð úr Danmark, um okkurt brek er við BMW-bilum, men at eingin slík boð eru komin enn.

Bara í Týsklandi skulu 93.000 BMW-bilar á verkstað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652