Afturlatnu uppboðssølurnar væntandi í næstu viku

bannari
Afturlatnu uppboðssølurnar væntandi í næstu viku
Uppboðssølurnar vóru útsettar, tí tað var betri at fáa umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar fyrst, men enn eru ongar menningarkvotur í eygsjón.
 
09.08.2018 - 10:22

Afturlatna uppboðssølan av rættindum at veiða makrel og norðhavssild verður í næstu viku.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í fiskivinnumálum sigur við útvarpið, at enn verður arbeitt sum, at uppboðsølurnar verða tá.

Høgni Hoydal boðaði 19. juni frá, at uppboðssølurnar, sum annars skuldu vera 20. og 27. juni, vóru útsettar til ávikavist 14. august (týsdagin) og 16. august (hósdagin).

Uppboðssølurnar vóru útsettar, tí tað var betri at fáa umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar fyrst, segði landstýrismaðurin við fiskivinnumálum tá, men enn eru ongar menningarkvotur í eygsjón, so óvissa er enn um uppboðssøluna.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur ikki verið at hitta um málið.

Stendur uppboðssølan við, skulu rættindini at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli seljast á uppboðsølu í komandi viku.

Sølan av rættindum at veiða makrel verður so avgreidd 14. august 2018. Og sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 16. august 2018.

Tað hevur ljóðað at menningarkvoturnar verða lutaðar út í hesi vikuni, men enn er einki at frætta. 38 umsóknir komu inn um menningarkvotur, men bara 7 loyvi verða latin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652