Danski landbúnaðurin missir milliardir

09.08.2018 - 13:52
AktueltSamfelag
Danski landbúnaðurin missir milliardir
Sambært Ritzau sigur fyribils metingin, at danskir bøndur missa virðir fyri 6,4 milliardir krónur.
 

Kreppa er í danska landbúnaðinum, nú turkur hevur verið í Danmark í summar.

Sambært Ritzau sigur fyribils metingin, at danskir bøndur missa virðir fyri 6,4 milliardir krónur. Talið kann gerast hægri, um turkurin heldur fram.

Felagsskapurin Landbrug og Fødevarer sigur, at úrtøkan úr landbúnaðin fer at verða óvanliga ring í ár, og at tað eisini fer at verða ógvuliga trupult at útvega fóður til djórini.

Felagið hjá donskum landbúnaðarfólki skal á fund við Jakob Elleman-Jensen, umhvørvismálaráðharra, har tey millum annað fara at leggja fram, at landbúnaðurin skal fáa lagaligari skatta- og avgjaldstreytir í ár fyri at minka um fíggjarligu ávirkanina, ið turkurin hevur við sær.

Turkurin í Danmark hevur eisini avleiðingar fyri okkum her heima. Við Dag og Viku herfyri søgdu fleiri heilsølur, at vit kunnu vænta ein prísvøkstur í heyst ella í vár á eitt nú mjólka- og hveitivørum.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. juni
3-2
95742
Mánadag 17. juni
EM hondbóltur: Føroyar - Montenegro
95713
Mánadag 17. juni
Andaktin
95706
Sunnudag 16. juni
EM hondbóltur: Danmark - Føroyar
95711
Mikudag 12. juni
Minnist tú enn? (13:13)
26422