Nógv fólk til móttøku á Glasi

Nógv fólk til móttøku á Glasi
Í løtuni er stórt hátíðarhald á Glasi í Marknagili í Havn, nú Landsverk formliga hevur handað Mentamálaráðnum nýggja miðnámsskúlan í Havn.
 
09.08.2018 - 15:37

Í dag er stórt hátíðarhald á Glasi í samband við, at Landsverk hevur handað Mentamálaráðnum nýggja, stásiliga miðnámsskúlan við Marknagil.

Hátíðarhaldið er alment, og nógv fólk er savnað fyri at forvitnast um nýggja skúladepilin. 

Til hátíðarhaldið hava framførslur og røður verið, har millum annað Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, segði nøkur orð. Hann greiddi eitt nú frá, hvussu nógv arbeiðsmegi er brúkt upp á at byggja nýggja skúladepilin.

- Bygningurin er í alt 19.500 fermetrar, í byggitíðini hava 150 fólk arbeitt dagliga, og í tímum svarar tað til 640 ársverk. Kostnaðurin er 636,5 milliónir krónur, og tað merkir, at bygningurin hevur kostað 32.600 krónur fyri fermeturin. Samanbera vit hetta við aðrar stórar byggiverkætlanir, so haldi eg, at eg tori at siga, at vit hava fingið nógv fyri pengarnar, segði Ewald Kjølbro millum annað, tá hann helt røðu á Glasi fyri løtu síðani.

Hesum var landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, samd við, og hon greiddi í røðu sínari frá, at Glasir er dømi um, at føroyskur ungdómur og útbúgving er besta íløgan hjá landinum. 

Umframt tey bæði hava Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, og Bjarke Ingels, stjóri á BIG, sum hevur teknað Glasir, eisini havt orðið á móttøkuni. Harafturat hevur Rosan Bosch, innandura sniðgevi, eisini sagt nøkur orð um verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010