Syfilis-útbrot í Grønlandi

Syfilis-útbrot í Grønlandi
Grønlendskir heilsumyndugleikar ávara nú íbúgvar í Ilulissat móti kynssjúkuni Syfilis.
Sjúkrahúsið í Illussiat hevur staðfest nógvar tilburðir av Syfilis í julimánað.
Mynd: Sermitsiaq.ag  
 
09.08.2018 - 10:58

Fleri ung hava fingið staðfest álvarsligu kynssjúkuna seinastu tíðina, sambært Sermitsiaq. Kynssjúkan Syfilis er stórt sæð útruddað í Føroyum.

Sambært landslæknum er bert ein tilburðir av Syfilis staðfestir í Føroyum seinastu 21 árini. 

Øðrvísi er støðan í Grønlandi, har sjúkan enn er ein stórur trupulleiki. Sambært grønlendska landslæknanum vóru 71 tilburðir av Syfilis í 2016.

Syfilis smittar við kynsligari samveru. Sjúkan kann raka m.a. raka nervalagið hjá fólki. Eisini í Danmark eru fleiri tilburðir av syfilis staðfestir seinnu árini.

Sambært Statens Serum Institut vóru 742 nýggir tilburðir av syfilis í Danmark í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672