Íslendska ferðavinnan minkar

Íslendska ferðavinnan minkar
Ferðafólkini úr evropeiska meginlandinum, sum fara til Íslands, eru færri í ár, 20 prosent færri enn í fjør.
 
10.08.2018 - 09:34

Orsøkin er prísurin í Íslandi, sigur Jóhannes Þór Skúlason, stjóri í felagnum hjá teimum, sum selja ferðafólki tænastur.

Íslendska krónan er vorðin sterkari, og lønirnar eru farnar upp.

Fyritøkur í ferðavinnuni hava lækkað prísin, men tað er ikki nóg mikið, tí fólk í Miðevropa hugsa nógv um kostnaðin, tá tey ferðast. Og tað er vorðið ov dýrt í Íslandi, sigur íslendska kringvarpið, sum hevur tosað við ferðafólk.

Jóhannes Þór Skúlason sigur við íslendska kringvarpið, at Ísland er ikki longur kappingarført. Hann sigur, at ikki ber til at lækka prísirnar meira fyri at fáa fleiri ferðafólk úr evropeiska meginlandinum til Íslands. 

Hann sigur, at serliga uttan fyri Reykjavík eru færri ferðafólk nú.

Og tað er torførari enn væntað at fáa ferðafólk til Íslands alt árið og ikki fyrst og fremst um summarið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652