Endaðu á sætta plássi

Endaðu á sætta plássi
Føroyska landsliðið hjá U17-monnum hava leikt seinasta dystin í NM-kappingini. Føroyar endaðu á sætta plássi eftir 3-0 tap til Svøríki.
 
11.08.2018 - 13:06

Føroyska U17-landsliðið í fótbólti hevur spælt seinasta dyst NM-kappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Føroyum. NM-kappingin er ein kapping millum norðurlond. 

Føroyar taptu teir báðar fyrstu dystirnar, men hóskvøldið spældu teir javnt móti Kina, sum luttekur í kappingini sum gestaland. Hetta merkti, at Føroyar skuldu spæla um fimta plássið móti Svøríki. 

Tann dysturin var spældur á Tórsvølli fyri løtu síðani. Sviar vóru sterkara liðið, og tá farið varð til hálvleiks var støðan 2-0. Eitt mál varð skorað í triðja hálvleiki, tá sviar løgdu seg fram um 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Sostatt endaðu Føroyar á einum sætta plássi í NM-kappingini. 8 lond luttaka í kappingini, umframt Norðurlondini eru Kina og Norðurírland við sum gestalond. 

Tey bæði gestalondini endaðu aftast í kappingini. Føroyar gjørdust sum vera man nummar seks, meðan Svøríki endaði sum nummar fimm. Norra endaði á einum fjórða plássi, og Danmark gjørdist nummar trý.

Finalan, sum verður millum Ísland og Finland, verður spæld á Tórsvølli klokkan hálvgum trý í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010