HB vann spennandi oddabrakið

11.08.2018 - 10:00
ÍtrótturFótbóltur
HB vann spennandi oddabrakið
Við sigrinum hevur HB lagt seg fimm stig frem
Mynd: © Rakul Hansen // Havnar Bóltfelag á Facebook  
 

Tveir dystir vóru í Betri-deildini í gjár. 

Í Gundadali spældu B36 og EB/Streymur. Tann dysturin endaði við einum 2-2 javnleiki, eftir at B36 í seinna hálvleiki leingi var frammanfyri 2-1 og hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Tá ið tveir minuttir vóru eftir, skoraði Arnbjørn Hansen til 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. 

Í Klakvsík var oddabrak, tá KÍ tók ímóti HB. 

Frammanundan dystin var øgiligur spenningur, tí einans tvey stig vóru millum liðini. Dysturin endaði 1-0 til HB.

Tað var ein sera spennandi dystur. HB legði seg á odda stutt inn í seinna hálvleik, tá Ari Dahl Olsen skoraði. Men KÍ legði stórt trýst á HB, og serliga var tað í síðstu minuttunum, at KÍ kundi javna. 

Við sigrinum í gjár varðveitir HB sostatt fyrsta plássi og er fimm stig framman fyri KÍ, sum liggur á øðrum plássi í kappingini um FM-heitið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Morgunlesturin hósmorgunin 21. november 2019
101109
Mikudag 20. november
Breddin
101262
Mikudag 20. november
Nón 20. november 2019
101261
Mikudag 20. november
Góðan morgun, Føroyar 20. november 2019
101246
Mikudag 20. november
Morgunlesturin mikumorgunin 20. november 2019
101175
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. november
Møti úr Vón í Skopun
101160
Leygardag 16. november
Andaktin
101148
Mánadag 11. november
3-2
100936
Sunnudag 10. november
Andakt við Jákup Eli Østerø
100878