Turkaland svarar aftur

Turkaland svarar aftur
Fer USA at tvífalda tollsatsirnar á stáli og aluininum frá Turkalandi, fara turkar at svara aftur, upplýsir turkiska uttanríkisráðið sambært Tv2. 
 
12.08.2018 - 13:53

Turkiska uttanríkisráðið upplýsir, at tað fer at skaða sambandið millum londini bæði, um Donald Trump, forseti, ger álvara av sínum hóttanum um at tvífalda tollsatsin á stáli og almunium úr Turkalandi. Og um hóttanin verður veruleiki, fer Turkaland at gera tað sama. 

- USA átti at vitað, at tað einasta, sum kemur burtur úr slíkum revsitiltøkum er eitt veikari samband við okkum, skrivar turkiska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP. 

Uttanríkisráðið leggur aftrat, at slík átøk móti Turkalandi fáa aftursvar. Og eisini sigur uttanríkisráðið, at revistiltøkini hjá USA eru ímóti reglunum hjá WTO. 

Tað var fríggjadagin, at Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann hevur givið sínum fíggjarmálaráðharra boð um at tvífalda tollsatsirnnar á stáli og aluminium frá Turkalandi. 

- Aluminium verður nú 20 prosent og stál 50 prosent. Okkara samband við Turkaland er ikki so gott í løtuni, skrivaði forsetin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585