Ætlaði at fremja yvirgang

Ætlaði at fremja yvirgang
Løgreglan í London arbeiðir við tí ástøði, at bilførarin, sum í morgun rendi á súkklistar og fólk til gongu, ætlaði at fremja yvirgang.
Bilurin sæst á myndini.
Mynd: BBC.com  
 
14.08.2018 - 13:17

Tilburðurin fór fram uttanfyri bretska tjóðartingið fyrr í dag.

Maðurin, sum er síðst í tjúgunum, var einsamallur í einum Ford Fiesta-bili. Eingi vápn vórðu funnin í bilinum. Maðurin varð handtikin á staðnum.

London Metropolitian Police sigur í tíðindaskrivi, at tilburðurin verður kannaður sum ein yvirgangsatsókn, og at bilførarin verður viðgjørdur sum ein persónur, ið er undir illgruna at hava framt yvirgang.

Eingin lat lív, tá bilurin rakti súkklistar og fólk til gongu, áðrenn hann rendi inn í avsperringar frammanfyri tjóðartingið.

Fleiri fingu tó skaða, men sambært bretsku myndugleikunum er eingin í lívsvanda.

Mynguleikarnir boða samstundis frá herdum løgreglu-eftirliti á almenna flutningskervinum og á vegamótum við nógvari ferðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584