Formaðurin í døpurhuga

Formaðurin í døpurhuga
Bogi Mortensen, formaður í VB, er sera døpurhugaður, nú hondbóltskvinnurnar í VB ikki fáa mannað lið í bestu deildini komandi kappingarár.
Kvinnurnar hjá VB vera ikki at síggja í bestu deildini hjá kvinnum komandi kappingarár.
 
14.08.2018 - 08:49

Hetta er helst ein avleiðing av demografisku gongdini í Suðuroynni.

Tað heldur Bogi Mortensen, formaður í VB, sum er sera døpurhugaður nú hondbóltskvinnurnar í VB fáa ikki mannað lið í bestu deildini komandi kappingarár. 

Fleiri spælarar givnir

Síðani í vár eru 10 spælarar givnir á besta kvinnuhondbóltsliðnum hjá VB, og tí fær VB ikki mannað lið í bestu kvinnudeildini komandi kappingarár. 

Í fjør bleiv lið mannað, tí fleiri eldri spælarar vóru við. Men støðan er ein onnur í ár, tí fleiri av teimum yngru kvinnunum fara av landinum at lesa, samstundis sum tær eldru gevast. Í løtuni eru bara 2 leikarar í árganginum frá 1982 til 2000.

Bogi Mortensen heldur, at tað uttan iva eru avleiðingarnar av teirri demografisku skeiklanini, sum hevur verið í Suðuroynni seinastu ártíggjuni.

Fólkatalið minkað nógv

Og gongdin sær ikki góð út, vísa tøl hjá Hagstovuni, tí bæði fólkatalið og talið av føddum børnnum er minkað nógv í Suðuroynni. 

Í 1985 búðu 5.880 fólk í Suðuroynni, men síðani er hetta talið minkað við smáum 1.300 fólkum. 

Og eisini nógv færri børn verða fødd í oynni í dag. Síðani 1985 er talið minkað við meira enn eini helvt. Tí í 1985 vóru 89 børn fødd, og hetta talið var 40 í fjør.  

Og um hugt verður eftir talið av børnum, sum verða fødd í sunnaru helvtini av Suðuroynni, har VB heldur til, so síggja tølini ikki góð út. Bert 19 børn vóru fødd í sunnaru helvtini í fjør, afturímóti 41 í 1985.

Størsta afturgongdin er í Vági. Har vóru 13 børn fødd í fjør, trý vóru fødd í Porkeri, 1 í Lopra, 1 í Hovi og 1 í Sumba. Og formaðurin í VB er í døpurhuga um støðuna og framtíðina hjá bæði liðnum og oynni.

Vilja aftur í Hvonn-kappingina skjótt

Bogi Mortensen sigur, at VB nú hevur gjørt av at leggja seg eftir ungdómsarbeiðinum, er málið, at VB verður at síggja aftur í Hvonn-kappingini um ikki alt ov langa tíð.

Kvinnuhondbóltsliðið hjá VB bleiv nummar trý í Hvonn-kappingini í ár. 

Sigast skal tó, at hóast samlaða fólkatalið og burðartalið er minkað mongu seinastu árini, so vaks fólkatalið við 35 fólkum frá 2016 til 2017. Hetta býtt á Tvøroyri, Vági, Sumba og Øravík.  

Hoyr longru samrøðu við Boga Mortensen, tá hann vitjaði í Summartímanum mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887