Hava fingið svar um menningarkvotur

bannari
14.08.2018 - 14:49
AktueltVinna
Hava fingið svar um menningarkvotur
Tey, ið hava søkt um menningarkvotur, hava nú fingið svar. Tí verður tíðindafundur í Fiskimálaráðnum klokkan hálvgum fimm seinnapartin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur bjóðað til tíðindafund í samband við útlutan av menningarkvotunum týsdagin klokkan 16.30.
 

Innbjóðingin frá Fiskimálaráðnum er stutt - har stendur bara, at tíðindafundurin verður hildin í sambandi við menningarkvoturnar.

Við á tíðindafundinum í Fiskimálaráðnum vera Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini, sum á ólavsøku lat landsstýrismanninum sítt tilmæli.

Tilsamans 38 umsóknir eru um at fáa menningarkvotur.

41.912 tons av svartkjafti, 8749 tons av makreli og 7510 tons av norðhavssild skulu býtast út sum menningarkvota í ár.

Menningarkvotur kunnu latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár.

Tó sigur kunngerðin um menningarkvotur, at av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ein fjórðingur av nøgdini latast fyri eitt ár.

Menningarkvotur verða latnar við støði í grein-60 í lógini um fyrisiting av sjófeingi.

Har stendur, at ein partur av tøkari føroyskari kvotu kann verða settur av til at brúka sum liður í vinnuligum menningarætlanum kring landið. Latast kunnu í mesta lagi 8,5 % av samlaðu føroysku kvotuni av ávísa fiskaslagnum.

Víðari stendur í stykki-2, at kvota kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali.

Í ár verður bara uppsjóvarfiskur - svartkjaftur, makrelur og norðhavssild - latin sum menningarkvota.

Tíðindafundur verður sum nevnt í Fiskimálaráðnum klokkan hálvgum fimm, og útvarpið sendir beinleiðis.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Breddin
103802
Hósdag 23. januar
Nón 23. januar 2020
103798
Hósdag 23. januar
Tríggir popparar hittast (3:3)
103794
Hósdag 23. januar
Kjakaríið: Katrin, Allan og Elsa
103795
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Ikki illa meint
103763
Mikudag 22. januar
25 minuttir: Tim Birkhead
103726
Mánadag 20. januar
3-2
103616
Sunnudag 19. januar
Møti úr Nerija á Skála
103557