Kringvarpið skal viðgera málið umaftur

Kringvarpið skal viðgera málið umaftur
Mentamálaráðið hevur tikið avgerð í kæruni hjá Liljuni Weihe um flytingina í annað starv.
 
14.08.2018 - 13:05

Mentamálaráðið hevur tikið avgerð í kæruni hjá Liljuni Weihe um flytingina í annað starv, eftir at Mentamálaráðið ógildaði uppsøgnina av henni sum tíðindaleiðara í apríl í ár.

Málið er heimvíst til nýggja avgerð í Kringvarpinum. 

Tann sokallaða flytingin innan starvsøkið av tíðindaleiðaranum merkti sambært niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum so stórar broytingar í starvinum hjá tíðindaleiðaranum, at tað starvsrættarliga er at meta sum ein uppsøgn við tilboði um annað starv.

Ein uppsøgn skal viðgerðast sambært fyrisitingarlógini og góðan fyrisitingarsið, og um hetta sigur niðurstøðan:

"Vísandi til, at talan í hesum førinum er um eina setanarrættarliga atgerð, sum er grundað á, at nakað er at lasta starvsfólkinum, er harumframt krav um eina víðkaða partshoyring. Víðka partshoyring áleggur setanarmyndugleikanum at partshoyra um tær faktisku umstøðurnar, umframt hvussu setanarmyndugleikin hevur mett um próvtilfar og rættarligar spurningar í málinum.Boðast skal eisini frá, hvørja støðu setanarmyndugleikin hevur til teir rættarligu spurningar í málinum herundir tær rættarreglur, ið verða brútkar og hvussu tær verða brúktar í málinum."

Harafturat skrivar Mentamálaráðið, at: 

"Røtt mannagongd í hesum málinum vildi sostatt verið, at KvF gav eitt ætlanarskriv um uppsøgn úr starvinum sum leiðari fyri aktuelt, samstundis, sum kærarin fekk tilboð um eitt nýtt starv. Hetta hevði havt við sær, at um kærarin ikki tók við nýggja starvinum, var hon at rokna sum uppsøgd av KvF sambært galdandi reglum." 

MMR leggur afturat, at niðurstøðan at ógilda uppsøgnuna av Liljuni Weihe í fyrstu atløgu bygdi á principp um proportionalitet, og at tað:

"(...) við støði í teimum upplýsingum, sum fyriliggja í málinum, verður í útgangsstøðinum mett, at ein møgulig ætlan hjá KVF um at siga kæraranum úr starvi sum Leiðara fyri Aktuelt og samstundis bjóða henni eitt annað hóskandi starv helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið sæð í ljósinum av staðfestu brotunum."

Harafturat stendur í avgerðini, at Mentamálaráðið ikki hevur orsøk til at seta metingina hjá Kringvarpinum, at atburðurin hjá kæraranum hevur viðført at stjórin á KVF misti álitið á kæraranum sum leiðara fyri Aktuelt. 

MMR sigur seg heldur ongar viðmerkingar hava til ætlanina hjá KvF um, at kærarin í staðin skal røkja aðrar uppávur innan tíðindaøki á stovninum, men at ein so týðandi broyting í starvinum hjá kæraranum má gerast á rættan hátt sambært sarvsfóklarættinum og fyrisitigarættinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887