Landið seldi bygningar fyri 6,7 milliónir í fjør

Landið seldi bygningar fyri 6,7 milliónir í fjør
Landið ætlaði at selja bygningar fyri 43 milliónir krónur í fjør. Men tá avtornaði vórðu tveir bygningar seldir fyri 6,7 milliónir krónur.
Landið seldi kommandørhúsini, sum nú húsa Hotel Havgrím, fyri 4,4 milliónir.
 
14.08.2018 - 09:02

Talan er um Kommandørhúsini í Havn, sum fóru fyri 4,4 milliónir, og um ognina á Klaksvíksvegi 60, sum varð seld fyri 2,2 milliónir. 

Tað sæst í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um játtanir og frávik frá teimum í fíggjarlógini fyri 2017.

Í 2018 eru settar av 30 milliónir krónur frá fastognasølu, og tað er eisini alt ov høgt mett, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

Leysliga mett selur landið bygningar fyri 12 til 14 milliónir krónur í ár.

Higartil í ár eru seldir tveir bygningar hjá Tekniska skúla í Havn fyri 9,1 milliónir. Ein bygningur hjá skúlanum er enn í sølulista.

Løgtingsgrannskoðararnir hava áður gjørt landsstýrinum vart við, at játtanin í fíggjarlógini, sum eitur almennir bygningar, søla, eigur at vera veruleikakend. 
 
Landið eigur 185 bygningar, sum tilsamans eru 250.000 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887