Rættargangslógin er afturúrsigld

Rættargangslógin er afturúrsigld
Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir fund við danska løgmálaráðharran Søren Pape Poulsen, fyrrapartin.
 
14.08.2018 - 08:40

Rættargangslógin fyri Føroyar er rættiliga afturúrsigld. 

Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir fund við danska løgmálaráðharran Søren Pape Poulsen, fyrrapartin.

Sambært løgmansskrivstovuni eru fleiri enn 200 lógarbroytingar gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. 

- Tað er óheppið, tá Føroya Rættur er ein samfeldur partur av tí donsku dómstólaskipanini, og fleiri dómar skulu roynast í landsrættinum og Hægstarætti, sigur Aksel V. Johannesen í tíðindaskrivi.

Í fjør varð ein dansk-føroyskur arbeiðsbólkur settur at gera eina uppskot til eina fullkomna dagføring av rættargangslógini fyri Føroyar. Sambært løgmansskrivstovuni verður arbeiðið liðugt fyrst í 2019.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691