Vilja broyta arbeiðsskaðatryggingarlógina

Vilja broyta arbeiðsskaðatryggingarlógina
Samferðslumálaráðið ætlar at leggja saman Vanlukkutryggingarráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið á nýggjárinum.
 
14.08.2018 - 09:00

Samferðslumálaráðið ætlar at leggja saman Vanlukkutryggingarráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið á nýggjárinum. 

Uppskot um hetta er sent til hoyringar. Ætlanin er at broyta arbeiðsskaðatryggingarlógina.

Samferðslumálaráðið metir, at samanleggingin fer at hava nógvar ágóðar við sær. 

Vanlukkutryggingarráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið arbeiða við tætt skyldum økjum um arbeiðsmarknaðarmál og hoyra bæði undir Samferðslumálaráðið. 

Bæði arbeiðsskaðatryggingarlógin og arbeiðsumhvørvislógin áseta fráboðanarskyldu viðvíkjandi arbeiðsvanlukkum. 

Hóast kravdu fráboðanirnar eru nærum eins, er einki samstarv um hesar fráboðanir. 

Ein umskipan ger, at tað bara verður neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at boða frá hjá einum almennum myndugleika í staðin fyri hjá tveimum. 

Harumframt gevur umskipanin møguleikar at brúka pengarnar betur, tí talan verður millum annað bara um eina umsiting, sum varðar av abeiðsumhvørvisøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010