Grønlendsk børn blíva sunnari

Grønlendsk børn blíva sunnari
Grønlendsk børn eru hægri og sunnari enn áður. Tað vísir ein granskingarverkætlan sambært videnskab.dk.
Mynd: Marius Kløvgaard  
 
15.08.2018 - 07:57

Granskarar frá Drotning Ingridar sjúkrahúsinum í Nuuk, regiónssjúkrahúsinum í Ilulissat, Odense Universitetshospitali og Statens Insitut for Folkesundhed, hava kannað grønlendsk børn. Eitt nú hvussu tey vaksa fyrstu 8-9 árini, og kanningarnar vísa, at børnini eru hægri og sunnari enn áður.

279 gentur og dreingir úr Nuuk og triðstørsta býnum í Grønlandi, Ilulissat, eru kannað.

Inuittar í Grønlandi, Kanada og Alaska hava í fleiri ættarlið verið lægri enn eitt nú danir og aðrir evropearir, men hava kortini vigað tað sama skrivar videnskab.dk.

Kanningar frá 1996-1997 vístu, at grønlendskir menn og grønlendskar kvinnur í miðal vóru millum fimm og sjey sentimetrar lægri enn danir. Hetta er broytt, skrivar tíðarritið.

Sambært granskarunum er orsøkin til, at grønlendsku børnini eru hægri, fyrst og fremst sunnari og fjølbroyttari kostur, men ein orsøk er eisini, at tey flestu hava ein ella fleiri forfedrar av skandinaviskum uppruna. Ílegukanningar vísa, at ein fjórðingur av íleguarvinum hjá grønlendingum í dag er skandinaviskur. 

Grønlensk børn hava líka góða - um ikki betri heilsu enn donsk børn, metir granskingarbólkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887