Illgrunasamt mál tikið upp aftur

Illgrunasamt mál tikið upp aftur
Politiið hevur tikið illgrunasamt mál frá 2012 upp aftur, tá ein 16 ára gomul varð funnin á sjónum við byrgingina í Hvannasundi.
Í september 2013 var líkið hjá 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur. Rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í 2013 kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin í november í 2012.
Mynd: Savnmynd. Dagur & Vika 6. september 2013  
 
15.08.2018 - 11:04

Politiið í Føroyum hevur tikið málið upp aftur, viðvíkjandi illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012. Hesum boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi tíðliga mikudagin. 

Funnin á sjónum

Í 2012 varð tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen funnin í sjónum við byrgingina um Hvannasund.

Gentan hevði tá ikki verið sædd í stívliga eitt samdøgur. Farið var at leita eftir gentuni. Tá politiið fekk fráboðanina um horvnu gentuna, høvdu fólk, sum leitaðu, longu funnið hana í sjónum sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin.

Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina var, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. 

Gróvu lík uppaftur

Í september 2013 var líkið av 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur. Tá segði løgreglan, at onkur óvissa var um málið, og tí varð líkið grivið upp aftur.

Orsøkin var, at gentan hevði gingið saman við einum ungum manni, sum var skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli 14. juli í 2013. 

Spurningurin í samband við uppgrevsturin var, um maðurin hevði framt brotsverk ímóti gentuni longu í november 2012, tá hon varð funnin deyð.

Dagur & Vika gjørdi tá eitt innslag um uppgrevsturin. Tað sæst her.

Málið tikið upp aftur    

Fólk, sum halda seg vita okkurt um málið, eru biðin um at venda sær til løgregluna sum skjótast. Tað kann gerast á telefonnummar 114. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum fyrr eru avhoyrd í málinum. Politiið skrásetir øll sum ringja inn um málið, og setir seg í samband við tey aftur skjótast gjørligt.

Politiið leggur dent á, at øll kunnu venda sær til løgregluna. Politiið skrivar:

"Sjálvt um vitanin, tú situr inni við kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um, at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið". 

Sambært løgregluni er endamálið við at taka málið upp aftur, at lýsa málið so gjølla sum til ber.

Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini sigur í dag, at tey taka málið upp aftur, tí nógvir leysir endar framhaldandi eru um hendingina í november í 2012. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Mánadag 18. mars
Vreiði og vreiða
172342
Mánadag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
172339
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276
Fríggjadag 15. mars
Breddin stroyming: Orðaskifti um semjuskjal
172264