Málið millum Taks og Varðan í Gøtu í Landsrættinum

Málið millum Taks og Varðan í Gøtu í Landsrættinum
Í morgun klokkan 9 fer Eystari landsrættur at viðgera sakarmálið millum Taks og tey 11 fólkini, sum eiga partafelagið Varðan í Gøtu.
 
15.08.2018 - 08:32

Taks góðtók ikki avgerðina hjá Føroya rætti í málinum um skattaviðurskiftini hjá teimum 11 eigarunum og skeyt avgerðina hjá Føroya rætti inn fyri landsrættin.

LES EISINI: Taks fer í Landsrættin við eigarum av Varðanum

Føroya rættur avgjørdi í oktober í fjør, at partaeigararnir í Varðanum sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónum krónunum, um fyritøkan verður seld. 

Sambært kapitalvinningsskattalógini er skatturin annars 35 prosent, og tí sleppa eigararnir í Varðanum undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti.
 
Tvídrátturin millum Taks og Vinnuna í Gøtu, sum nú eitur Varðin, byrjaði fyri nógvum árum síðani. Taks tapti tá bæði í Føroya rætti og í Landsrættinum.

LES EISINI: Taks tapti móti Varðanum

Men tað málið varð kært til Hægstarætt, og har fekk Taks viðhald. 

Hægstirættur staðfesti í 2015, at talan var um fjalda útlutan av vinningsbýti, tá eigararnir í partafelagnum Vinnuni, sum í dag eitur Varðin, í 2005 seldu partabrøv til sítt egna holdingfelag og fingu 152 milliónir krónur burturúr.

LES EISINI: Tað lukkaðist triðju ferð: Taks vann sakarmál

Málið hevur tó hildið fram síðani, og endaði í fyrsta umfari við, at Skattakærunevndin gav eigarunum viðhald. Tað fekk Toll- og skattaráð Føroya at fara í rættin við málinum.

Føroya rættur vísti til avgerðina hjá Skattakærunevndini, sum gav eigarunum viðhald, og Taks gjørdi av at royna málið í Landsrættinum, sum viðger málið í dag.

Føroya rættur avgjørdi eisini, at Taks skuldi rinda tvær milliónir krónur í sakarmálskostnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585