Menningarkvota og nýskapandi verkætlan í Suðuroy

bannari
16.08.2018 - 08:45
AktueltVinna
Menningarkvota og nýskapandi verkætlan í Suðuroy
Eitt av teimum feløgunum, sum fekk lut í menningarkvotunum týsdagin, er Rock Trawldoors, sum søkti um kvotu í samband við nýskapandi verkæltan.
Rock Trawldoors mennir trollemmar sum hesar.
Mynd: © Rock Trawldoors  
 

Menningarkvoturnar skulu, sambært lógini um Sjófeingi, verða við til at stuðla vinnuligum menningarætlanum í teimum sjey ásettur økjunum kring landið.

Og eitt av teimum níggju feløgunum, sum fekk lut í menningarkvotunum týsdagin, er Rock Trawldoors, sum heldur til í Vági. Felagið fekk 1360 tons af svartkjafti í tvey ár.

Nýskapandi verkætlan

Í grundgevingini fyri at lata felagnum kvotu stendur, at Rock Trawldoors í nógv ár hevur arbeitt við at nýmenna trollemmar, og at tað er í hesum sambandi, at skotið verður upp at lata kvotu. Felagið hevur ítøkiliga søkt um kvotu til at fíggja og skipa royndir við eini nýskapandi verkætlan innan nýggja tøkni. Og metingarnevndin heldur, at verkætlanin kann stuðla undir støðugari menning og framkomin arbeiðspláss innan handverksvinnuna í Suðuroynni.

Hans í Líðini, stjóri í felagnum, kann í løtuni ikki siga, meira ítøkiliga hvørja nýskapandi ætlan talan er um, men hann sigur, at talan er um nýggjar royndir við tøkni, sum felagið ikki kundi fara í gongd við, um tað ikki hevði fingið lut í menningarkvotuni. Neyðugt er eisini við aðrari fígging, sigur stjórin.

Sambært kunngerðini er endamálið við menningarkvotunum at stuðla vinnuligum menningarætlanum kring landið. Í tilmælinum frá metingarbólkinum stendur, at høvuðsatlitini til, hvør skal hava kvotu, eru økisatlit, virkisætlan og hugskot. Men knýtt at hesum skulu atlit takast til eitt nú atgongd til sjófeingi, virðisøking og burðardygga og samfelagsliga menning. 

Nevndin skrivar, at hon hevur ta fatan, at lítil atgongd til sjófeingi, hevur serliga stóran týdning í mun til økisrættaðu atlitini, tí atgongd til fiskin er ein fortreyt fyri at skapa munagóða menning. Umframt økisatlitini skulu eisini atlit takast til, hvussu nýskapandi ætlanin er, og hvussu stórar inntøkur og virðisøking ætlanin gevur.

Fiskurin verður avreiddur í Suðuroy

Hans í Líðini heldur, at verkætlanin hjá teimum er nýskapandi, tí talan er um nýggja tøkni, og so mennir verkætlanin økið við tað, at felagið hevur tryggjað, at fiskurin verður landaður í Suðuroynni. 

Áðrenn virkið søkti um mennignarkvotu, gjørdi Rock Trawldoors eina ávegis avtalu við eitt reiðarí um at fiska svarkjaftin og samstundis nýta tøknina hjá felagnum, meðan fiskað verður. 

Hans í Líðini, stjóri í felagnum, kann tó ikki siga enn, hvat reiðarí talan er um. Men felagið hevur sett sum krav, at fiskurin, sum reiðaríið fiskar, skal avreiðast í Suðuroynni. Hetta legði Rock Trawldoors dent á í umsóknini fyri at lúka kravið um økismenning. 

Inntøkurnar av fiskinum fer bæði til reiðaríið og Rockdoor Trawldoors, sum fær ein part, sum skal brúkast til nýggju verkætlanina. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Nón - MentanarMikudagur 24.04.2019
93819
Mikudag 24. apríl
Mono: New York & East Coast Hip Hop
93810
Mikudag 24. apríl
Ítróttasamband í 80 ár
93804
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar 24. apríl 2019
93797
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. apríl
25 minuttir: Andrias Høgenni
93252
Mánadag 22. apríl
Hamradun - konsert í Tvøroyrar kirkju
93477
Mánadag 22. apríl
Møti
93735
Mánadag 22. apríl
Andakt við Øssuri Kjølbro
93733