Spógvin seldur

Spógvin seldur
Vørn hevur selt Spógvan fyri 380.000 krónur.
 
16.08.2018 - 11:22

Freistin at bjóða upp á Spógvan var úti á middegi í gjár. 

Áhugin var ikki sørur fyri Spógvanum, men tá avtornaði vóru tveir eftir, sum kappbjóðaðu.

Vørn boðaði frá tíðliga seinnapartin týsdagin, at hægsta boð til tá var 325.000 krónur, men at enda varð Spógvin seldur fyri 380.000 krónur.

Spógvin er seldur til Havnar.

Spógvin varð lýstur til sølu tann 19. juli. Vørn brúkti ikki Spógvan, og tí varð hann seldur.

Spógvin varð bygdur í Danmark til Vaktar- og bjargingartænastuna í 1986. Talan er um ein glastrevjabát, og hann er góðar níggju metrar langur.

Spógvin varð seldur í tí standi, hann er í, og sum hann liggur við eina bátabrúgv í Havn. 

Hóast Spógvin ikki er brúktur í nógv ár, er hann hildin við líka øll árini, og hann hevur siglingarloyvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010