Mimir á húsagang

Mimir á húsagang
Taks hevur kravt felagið á húsagang, tí tað skyldar góðar 200.000 krónur í meirvirðisgjaldi.
 
17.08.2018 - 11:35

Eittans boð er komið upp á húsið hjá Mimi í Havn, og tað er 1,8 milliónir krónur, varð upplýst í Skiftirættinum fyrrapartin.

Taks hevur kravt felagið á húsagang, tí tað skyldar góðar 200.000 kr. í meirvirðisgjaldi.

Fráboðað skuld higartil er 60.000 krónur, men bústjórin væntar, at skuldin verður góðar 400.000 krónur.

Trygdargrunnurin hevur boðað frá lønarkrøvum, sum bústjórin væntar eru 40.000 krónur.

Harafturat koma veðskyldur. BankNordik eigur góðar 1,3 milliónir krónur, og so eru lønarkrøv fyri góðar 400.000 krónur, sum Føroya rættur hevur dømt Mimir at gjalda.  

Ognir í búnum eru nú 248.000 krónur, men eftir er at selja málningar, myndir, innbúgv og billiardborð.   

Mimir byrjaði í november í 1967. Trotadagurin var 23. mai í ár, so felagið virkaði í knappliga 51 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819