Verða fleiri og fleiri løntakarar

Verða fleiri og fleiri løntakarar
Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at tað vóru 26.834 løntakarar í mai mánaði í ár.
 
17.08.2018 - 10:52

Løntakaratalið heldur fram við at vaksa í Føroyum. Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at tað vóru 26834 løntakarar í mei mánað í ár.

Talið á løntakarum í Føroyum er støðugt vaksið seinastu árini. Seinastu fimm árini er talið vaksið við 3.000 løntakarum.

Tølini vaksa bæði fyri kvinnur og menn. Tað vóru 13.905 menn og 12.929 kvinnur, ið vóru løntakarar í mai mánaði. Løntakaratølini hava leingi gingið upp eftir fyri bæði kynini, og seinastu fimm árini hevur verið ein støðugur vøkstur.

Býtt út á tær fýra høvuðsvinnugreinarnar eru flestir løntakarar í tí almenna: 9.661. Síðan er tað i privatu tænastuvinnunum, tað eru 8.938. Fiskivinna og onnur ráevnisvinna er nummar trý við 4.131 løntakarum, og seinast er tað byggivinnan við 4.104 løntakarum.

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Sum løntakarar verða tald tey, sum í einum mánaða fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella ein útlendsk fyritøka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585