Ríkmaður betalur fyri nýggja Brexit-fólkaatkvøðu

Ríkmaður betalur fyri nýggja Brexit-fólkaatkvøðu
Trýstið á bretska forsætisráðharran økist, nú bara góðir sjey mánaðir eru eftir til landið í tráð við Brexit-fólkaatkvøðuna skal úr ES.
 
19.08.2018 - 16:49

Tey, sum halda tað vera eitt vánaligt hugskot at Bretland fer úr ES, hava í longri tíð arbeitt fyri at fáa endaliga úrslitið av samráðingunum millum Bretland og ES út til eina nýggja fólkaatkvøðu.

"People's Vote" herferðin byggir á, at bretska fólkið skal hava síðsta orðið, tá úrslitið av samráðingunum er greitt og øll tí kenna veruligu avleiðingarnar av at Bretland fer úr Evropeiska Samveldinum.

8,3 mió. kr. fyri nýgjgja fólkaatkvøðu

Vinnulívsmaðurin Julian Dunkerton, sum er ein av stovnarunum av klædnamerkinum Superdry, ið verður selt í 46 londum, hevur latið eina millión pund - 8,3 milliónir krónur - til herferðina, og ríkmaðurin leggur seg samstundis alment út í kjakið.

Dunkerton sigur seg óttast, at Brexit verður ein vanlukka fyri Bretland. Og ríkmaðurin sigur seg hava vónir um, at rákið burtur frá ES kann venda. 

Eingin viðsjón fyri Brexit

Í samrøðu við blaðið The Observer sigur hann seg ikki hóma nakra viðsjón fyri Brexit, og at politikararnir hava vavt alt upp í ein ellibita.

Pengarnir frá Julian Dunkerton skulu brúkast til eina røð av veljarakanningum, síðstu mánaðirnar áðrenn Brexit verður veruleiki í mars mánað næsta ár.

Stígur í samráðingunum

Stígur tykist vera komin í samráðingarnar millum Bretland og ES, og tí óttast fleiri, at Bretland fer úr ES uttan at nøkur avtala er komin uppá pláss. Sambært eini veljarakanning meta nú 40 prosent av bretum tað vera mest sannlíkt, at tað verður úrslitið.

Og tann støðan gevur vind í seglini hjá teimum, sum halda Brexit vera eitt vánaligt hugskot.

Ov bjartskygdar vónir

Bretska stjórnin og ES siga seg framvegis hava vónir um at fáa eina avtalu í lag á toppfundinum 18. oktober. Men eygleiðarar meta hetta vera alt ov bjartskygt. Seinasta freist fyri at fáa avtaluna uppá pláss er á toppfundi 13. og 14.desember. Men tá eru bara góðir tríggir mánaðir at fáa hesa avtalu góðkenda í bretska tjóðartinginum og í hinum ES-londunum. 

Og harafturat kemur kravið um, at ein tílík avtala eisini skal til nýggja fólkaatkvøðu í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887