Eru nú fleiri enn 51.000 føroyingar í Føroyum

Eru nú fleiri enn 51.000 føroyingar í Føroyum
Fólkatalið vaks við 830 fólkum ella 1,7 prosentum frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár, og 1. juli 2018 búðu 51.043 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan
Mynd: Hagstovan  
 
20.08.2018 - 13:21

Tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Burðaravlopið er 55 børn minni enn seinasta 12 mánaðarskeiðið, men tað verður meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 166 fólk størri.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har nógv færri fólk eru flutt av landinum, meðan tilflytingin er vaksin. Og nettotilflytingin hevur verið methøg seinasta árið, skrivar Hagstovan

"Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.126, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Og verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini", skrivar Hagstovan.

Hinvegin flyta fleiri fólk til Føroya, og samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum. Ongantíð hevur nettotilflytingin verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga. Hon var, sum sagt, 593 seinastu 12 mánaðarnir. 

Fólkavøkstur í øllum økjum

Fólkavøkstur hevur verið í øllum økjum í Føroyum uttan í Suðuroyar sýslu, har fókatalið minkaði við 9 fólkum og Sandoyar sýslu, sum minkaði við einum fólki.

Í prosentum er fólkavøksturin størstur í Kunoyar kommunu við einum fólkavøkstri uppá 13 prosent, tí 18 fólk eru flutt til kommununa seinasta árið. Men sum Krinvarpið vísti á, var ein partur av hesum fólkunum útlendingar, sum eru fluttir til kommununa fyri at arbeiða við nýggja alistøðina hjá Bakkafrost. 

Tað eru tær størstu kommunurnar, sum vaksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 398 og Klaksvíkar við 77, men miðalstórar kommunur sum Nes og Sjóvar eru vaksnar næstan líka nógv í tali sum Klaksvíkar og dupult so nógv sum Runavíkar kommuna, ið er 3-4 ferðir so stór sum hesar báðar. Tí 58 fólk fluttu til Sjóvar kommunu og 69 til Nes kommunu, í mun til 77 í Klaksvík og 30 til Runavík. 

Hagtølini vísa eisini, at í vøkstrinum í fólkatalinum eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Í nettotilflytingini vóru 163 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av 27 gentum í føðitalinum og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 52, var samanlagda úrslitið 84 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Tí vísir Hagstovan eisini á, at tað hevur verið ført fram, at ein partur av sera stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini ikki er nøkur varandi tilflyting, men at talan er um arbeiðsfólk, sum koma higar av stóra eftirspurninginum av arbeiðsmegi - serliga í byggivinnuni. 

Hagstovan hevur ikki upplýsingar um. hví ella hvørjar grundir fólk hava til at flyta higar, men ábendingar kunnu fáast úr upplýsingum um, hvagani tilflytarar koma, og um broytingar eru í hesum mynstrinum í mun til árini frammanundan. Og hetta fer Hagstovan at kanna nærri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819