Føroyar spæla heimadystir í Danmark

Føroyar spæla heimadystir í Danmark
A-landsliðið hjá monnum í hondbólti má spæla sínar heimadystir uttanlands, tí føroysku hallirnar hava ikki fingið undantaksloyvi frá EHF.
 
20.08.2018 - 11:18

Føroyska A-landsliðið hjá monnum má spæla sínar heimadystir uttanlands, skrivar Hondbólttsambandið, sum hevur fingið skriv frá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, í samband við avgerðina. 

Evropeiska hondbóltssambandið vísir á, at Marghøllin i Vági ikki verður góðkend til heimadystirnar hjá A-landsliðnum, sum skjótt skal spæla undankapping til EM, har Føroyar millum annað eru í bólki saman við Danmark. 

Eingin føroysk høll lýkur altjóða krøv

Tað var longu í apríl, at Føroyar og Danmark endaðu í sama bólki til EM-undankappinga, sum fer av bakkastokki í heyst. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at Føroyar neyvan kundi spæla sínar heimadystir í Føroyum, tí eingin hondbóltshøll í Føroyum lýkur altjóða krøv.

HSF søkti beinanvegin um undantaksloyvi til at brúka Høllina á Hálsi, Badmintonhøllina í Klaksvík og Marghøllina í Vági. Fyrst vóru boðini, at hvørki høllin á Hálsi ella í Klaksvík fingu undantaksloyvi. Nú er staðfest, at Marghøllin í Vági eiheldur kann brúkast. 

Í grundgevingini sigur EHF millum annað, at hotellviðurskiftini í Suðuroy ikki eru nøktandi, samstundis sum at tað er ov langt frá flogvøllinum til Vágs. 

Føroyskir heimadystir í Danmark

Tískil mugu Føroyar uttanlands at spæla heimadystirnar í EM-undankappingini. Føroyska hondbóltssambandið hevur gjørt av, at føroysku heimadystirnir skulu spælast í Danmark. 

Fyrsti heimadysturin hjá Føroyum er ímóti Danmark. Hann verður spældur í Skjern Bank Arena leygardagin tann 27. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652