- Gjaldoyrakreppan er eitt álop

- Gjaldoyrakreppan er eitt álop
Turkiski forsetin, Recep Tayip Erdogan, sigur, at gjaldoyrakreppan, sum í løtuni er í Turkalandi, er eitt álop á landið og búskapin.
 
20.08.2018 - 09:50

Gjaldoyrakreppan, sum nú leikar á í Turkalandi, er eitt álop á landsins búskap og kann samanberast við at leypa á turkiska flaggið ella kallanina til bøn.

Tað sigur Erdogan forseti í røðu til turkiska fólki í dag. Røðan verður hildin í sambandi við, at muslimska høgtíðin Eid byrjar í morgin.

Erdogan sigur, at endamálið við álopinum á gjaldoyrað er at noyða "Turkaland og fólkið har niður á knæ", sum hann tekur til sambært Reuters.

Erdogan sigur, at Turkaland hevur vald og førleika at koma burtur úr áleikandi kreppuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010