- Grønlendska sjálvstýrislógin samlar støv

- Grønlendska sjálvstýrislógin samlar støv
Í november í 2008 fóru grønlendingar á fólkaatkvøðu um sjálvstýri, men síðani er alt ov lítið hent á sjálvstýrisleiðini, sigur Sara Olsvig.
Sara Olsvig er forkvinna í Inuit Ataqatigiits, og hon heldur, at tíðin er komin hjá grønlendingum at yvirtaka mál frá heimastýrinum.
Mynd: Leif Josefsen // Sermitsiaq  
 
20.08.2018 - 08:29

Tað eru 10 ár síðani grønlendingar atkvøddu fyri sjálvstýrið. Lógin, sum kom í gildi í juni í 2009, má úr skuffuni og fram á borðið, sigur forkvinnan í Inuit Ataqatigiits, Sara Olsvig, í grein í grønlendska tíðindablaðnum, Sermitsiaq.

Í november í 2008 fóru grønlendingar á fólkaatkvøðu um sjálvstýri, men síðani er alt ov lítið hent á sjálvstýrisleiðini, sigur Sara Olsvig.

Hon fílist á, at bara hálvtannað mál er yvirtikið síðani sjálvstýrið tók yvir frá heimastýrinum.

32 mál standa á listanum hjá sjálvstýrinum yvir mál, sum skulu yvirtakast, men einki er hent síðani 2010, tá grønlendska sjálvstýrið yvirtók málsøkið "ráevni" og "arbeiðsumhvørvið í frálandavinnuni".

Samanborið við fyrstu 10 árini hjá heimastýrinum vóru fleiri týðandi mál yvirtikin tá, sigur Sara Olsvig, sum heldur eina orsøk vera, at eingin blokkstuðul fylgir við yvirtøkuni eftir nýggju skipanini. 

Tað merkir, at tað er tungt og dýrt at taka yvir málsøki, men bæði Grønland og Danmark eiga at fara undir eina skipaða tilgongd, so tey 30 málini, sum eru eftir at yvirtaka, kunnu yvirtakast, sigur Sara Olsvig. 

Danmark skal tryggja, at málini, sum verða yvirtikin av sjálvstýrinum, eru búgvin at yvirtaka, sigur forkvinnan í Inuti Ataqatigiits, sum eisini staðfestir at endamálið við sjálvstýrislógini, sum Grønland atkvøddi fyri, er loysing frá Danmark. 

Landsstýrið hevur havt áhuga fyri ymiskum økjum, og Inuit Ataqatigiits vil hava eina yvirskipaða ætlan, sigur Sara Olsvig

- Eg sakni í heila tikið, at grønlenska sjálvstýri sær sjálvstýrislógina sum eina ætlan. Grønland átti longu í 2009, tá lógin varð samtykt, at sett spurningin, hvussu føra vit hetta út í verki, sigur Sara Olsvig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691