Løgreglan dripið mann í Barcelona

Løgreglan dripið mann í Barcelona
Løgreglan í Barcelona hevur dripið ein mann, sum leyp á løgreglufólkini á eini politistøð við knívi klokkan 6 í morgun.
Mynd: Løgreglumenn í Spania  
 
20.08.2018 - 09:45

Eingin ivi er um, at ætlanin var at leypa og á gera skaða á løgreglufólkini, sigur løgreglan í Barcelona, sum á Twitter hevur boðað frá, at maðurin varð skotin og dripin.  

Sambært tíðindastovuni AFP rópti maðurin Allahu Akbar, tá hann leyp á.

Álopið á politistøðina er tríggjar dagar eftir ársdagin fyri einum størri álopi í býnum, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu á kendu handilsgøtuni La Rambla mitt í Barcelona. 16 fólk doyðu, og fleiri enn 100 fólk vórðu særd.

Løgreglan í Barcelona boðar frá tíðindafundi um kníválopið klokkan 12 i dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628